Uttanlands

Vildu ikki syngja við tjóðsanginum – hava fingið friðskjól

Fimm leikarar á iranska kvinnulandsliðnum í fótbólti eru í trygd hjá avstralsku myndugleikunum

Iran spældi móti Filipsoyggjum sunnudagin (Mynd: EPA)

Iran spældi móti Filipsoyggjum sunnudagin (Mynd: EPA)

2026-03-10 09:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Avstralia hevur givið fimm kvinnuligum fótbóltsleikarum úr Iran friðskjól, tí tær óttast fyri at verða forfylgdar í heimlandi sínum.

Iranska kvinnulandsliðið í fótbólti er í Avsralia í sambandi við kappingina Asian Cup.

Sambært Reuters tíðindastovuni, ið endurgevur iranskar miðlar, rýmdu fótbóltsleikararnir í loyndum úr hotellinum saman við avstralskum løgreglufólkum fyri at leita sær hjálp hjá myndugleikunum.

Avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese, sigur í dag, at leikararnir nú eru tryggar.

- Tær eru tryggar her, og skulu føla seg sum heima, segði Albanese á tíðindafundi.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í gjár, at hann hevði tosað við Albanese um málið. Hann hevur fyrr ávarað um, at leikararnir kundu vera í vanda tá tær komu aftur til Iran.

Óttin fyri trygdini hjá leikarunum uppstóð, eftir at leikararnir ikki vildu syngja við til tjóðsangin undan einum dysti í farnu viku. Eftir hesa hending vórðu tær kallaðar fyri ‘landasvíkjarar’ í iranskum miðlum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder