- Eg má bara viðganga, at eg havi gjørt ein stóran "bukk" í lívinum. Tað var at atkvøða fyri at gera Føroyar til eitt valdømi.
Hetta staðfesti Tórbjørn Jacobsen í seinastu útgávuni av Stjórnini. Fyrrverandi Tjóðveldistingmaðurin harmast tí ávirkan, tað hevur havt, at tað nú er eitt valdømi heldur enn sjey.
- Lokalfeløgini hjá flokkunum eiga hetta tingfólki. Fyrr stillaði man nógv upp í lokaløkinum, og tingfólki skuldi svara til lokalfeløgini - eftir stevnuskránni. Nú eru hesi feløgini kring landið so at siga steindeyð eftir eitt val, heldur hann fyri.
Heðin Zachariasen, ið áður hevur sitið á tingi fyri Fólkaflokkin, hevur eisini varnast eina broyting.
- Fyrr vart tú nokso grundleggjandi grunfestur í einum flokki. Sjálvandi hendi tað, at fleiri flokkar ringdi og spurdi sama valevni. Men nú virkar tað sum, at fólk ikki hava sama rótfesti og fyrr virkaði tað sum um, at tað var meira disiplin í.
Hoyr alla sendingina her - parturin um eitt valdømi og floksdisiplin byrjar eftir 12 minuttir, tá Jóannes Eidesgaard tosar um broytingarnar í Javnaðarflokkinum.
Stjórnin - Politikkur á skák er á skránni á FM1 hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.
Tað vil siga, at næsti parturin er á skránni í morgin, 10. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald