Á grækarismessu, hóskvøldið klokkan 19, bjóðar Miðnám á Kambsdali til árligu várkvøldsetuna. Okkara dugnaligu næmingar borðreiða aftur í ár við einari fjølbroyttari og spennandi skrá. Øll – foreldur, avvarðandi, systkin, vinfólk og onnur – eru hjartaliga vælkomin.
Várkvøldsetan er eitt afturvendandi tiltak á Kambsdali. Í ár verður nógv at síggja og hoyra. M.a. næmingafilmar, tónleikaframførslur, m.a. bólkurin Icebreakers á serbreytini, Føroya størsta skúlakór, ferðafrásøgn hjá týskflokkinum og listaframsýning við verkum úr ymiskum flokkum.
Valfepurin er hækkandi í hesum døgum, og á kvøldsetuni fer okkara egni valviðmerkjari, Jóannes Hansen, at taka fepurin og hugleiða um val og fólkaræði.
Alt kvøldið verður sjálvandi møguleiki at tosa við lestrarvegleiðara um ivamál í sambandi við umsóknir til miðnám. Freistin er sunnudagin 15. mars.
Í steðginum er drekkamuður í miðhøllini, har møguleiki verður at hitta næmingar og lærarar, práta saman og hyggja nærri at verkunum, sum eru gjørd í samband við kvøldsetuna.
Myndirnar eru frá seinastu kvøldsetu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald