Í síðstu viku fór flogfarið hjá Atlantic Airways fullsett til Akureyrar. Á ferðini fóru 174 føroyingar, sum fóru á árligu skíðferiuna til Akureyri, sum tur.fo skipar fyri.
Íverksetarahúsið Drift EA, sum ynskir tættari samstarv við føroyskar fyritøkur og føroyingar, sum hava áhuga fyri íverksetan, bjóðaði øllum føroyingunum til móttøku á teirra skrivstovu, sum liggur mitt í Akureyri.
Hetta gjørdist ein hugnalig løta við góðum mati úr føroyskum rávørum, sum dugnaligi kokkurin, Sölvi Steinn Helgason, stóð fyri. Sölvi er kendur kokkur, sum hevur borðreitt fyri mongum navnframum persónum. Nakrir av rættunum, sum føroyingarnir royndu, vóru teir somu, sum Sölvi bjóðaði heimskendum fólki fyrr í ár. Tá ið eg spurdi hann, hvørji hesi heimskendu fólk eru, sigur hann við einum smíli, at tað kann eg ikki siga tær, men tú hevur heilt víst hoyrt um tey!
![]()
Sesselja Ingibjörg Barðdal Reynisdóttir
Sesselja Ingibjörg Barðdal Reynisdóttir er stjóri á Drift EA. Hon hevur nógvar vinnilívsroyndir og er tí væl egnað til starvið, sum inniber at hjálpa og vegleiða íverksetarum, sum ynskja at byrja egna fyritøku. Tey hjálpa eisini við at finna samstarvspartnarar og at fáa kapital.
Sesselja var sera fegin um, at so nógvir føroyingar komu á gátt, og hvussu væl tiltakið eydnaðist. Hon metir, at mentanarliga eru føroyingar kanska meir líkir fólki á Akureyri heldur enn Reykjavík. Akureyri er á stødd við Tórshavn, og vit hava nógv til felags, sum tí heilt víst kann gagna samstarvi okkara millum, sigur Sesselja, sum kemur til Føroya í mai til ráðstevnuna Tonik, har hon vónar at møta enn fleiri føroyingum, sum hava áhuga í íverksetan.
Hon kemur ikki einsamøll, tí fleiri av íverksetarunum, sum høvdu framløgu, hava longu gjørt av at koma til Føroya í mai til Tonik. Eftir móttøkuna fríggjadagin og prát við føroyingarnar vóru fleiri aðrir íverksetar, sum avgjørdu, at teir eisini koma til Føroyar í mai.
(Myndir: Kolfinna María Níelsdóttir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald