Innanlands

91 prosent av fjarhitanum stavaðu frá avlopshita í 2025

Í fjør komu 91 prosent av fjarhitanum frá avlopshita frá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, Sundsverkinum og frá Biogassverkinum Förka. Tað er sløk fimm prosentstig meiri avlopshiti, sammett 2024, og gassoljan er mest sum horvin úr fjarhitaskipanini

2026-03-11 22:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Tað er hugaligt at síggja, at gassoljan nú er at kalla horvin sum beinleiðis orkukelda í fjarhitaskipanini, meðan avlopshitin er støðugt vaksandi kelda til hita, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, tá ið hann tekur saman um framleiðslutølini fyri 2025.

Teir gott og væl 1.900 brúkararnir í fjarhitaskipanini fingu 91 prosent av hitaveitingini frá avlopshita í 2025. Sostatt øktist avlopshitin sløk 5 prosentstig í 2025, sammett við 2024. 55 prosent av fjarhitanum komu frá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, 29 prosent komu frá avlopshita frá Sundsverkinum, og 7 prosent stavaðu frá biogassverkinum Förka. Sostatt komu 9 prosent frá oljuketlum í skipanini, og tað er sløk 5 prosentstig minni enn í 2024, tá ið oljuparturin var umleið 14 prosent.

- Eg eri væl nøgd við gongdina, og hetta ber boð um, at Fjarhitafelagið liggur væl á grønu kósini. Komandi árini skulu vit royna at fáa sum mest av grønari orku inn í fjarhitaskipanina, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum.

Gassoljan burtur
Oljan, sum verður fylt á oljuketlar í fjarhitaskipanini, kann býtast í tveir partar – gassolja og spillolja. Í 2025 taldi gassoljan bert 1 prosent í framleiðslutølunum hjá Fjarhitafelagnum, og gassoljan er sostatt minkað 4,5 prosentstig, sammett við 2024, tá ið gassoljuparturin var uppi á 5,5 prosentum.

- Gassoljan hevur áður verið heilt uppi á 26 prosentum. Tað var í  2021, tá ið vit í einum skiftistíðarskeiði árini 2018-2023 brúktu lutfalsliga nógva gassolju, meðan stórar útbyggingar fóru fram í fjarhitaskipanini. Eg meti, at vit eru á rættari kós, og tað er gleðiligt at síggja, at stór undirtøka er fyri fjarhitanum, sigur Hans Christian Dam, stjóri.

Spilloljan er framvegis umleið 8 prosent, og her talan um spillolju, sum Fjarhitafelagið hvørt ár tekur ímóti frá IRF. Spilloljan er latin IRF at beina burtur, eftir at hon er brúkt í motorum kring landið. Talan er sostatt um avlopsolju, sum skuldi verið flutt til Danmarkar ella aðrastaðni til burturbeiningar, um spilloljan ikki var brúkt til fjarhita.

Oljuketlarnir í fjarhitaskipanini eru fyrst og fremst eykatrygd at taka til, um ikki nóg mikið av avlopshita fæst til høldar, ella um t.d. okkurt brek tekur seg upp í skipanini.

Støðugt fleiri brúkarar
Seinnu árini eru alsamt fleiri stórir brúkarar knýttir í fjarhitaleiðingina, og í næstum verður Landssjúkrahúsið bundið í skipanina. Landssjúkrahúsið verður størsti brúkarin hjá Fjarhitafelagnum – hitanýtslan hjá Landssjúkrahúsinum svarar til nýtsluna hjá umleið 350 sethúsum.

Sethús, raðhús og íbúðir, sum hava eina árliga nýtslu á 0-50.000 kWt, stóðu fyri 59 prosentum av samlaðu nýtsluni í 2025. Miðalstórir brúkarar, ið hava eina árliga nýtslu á 50.001-500.000 kWt, fevndu um 23 prosent av nýtsluni til samans, og stórir brúkarar, sum hava eina árliga nýtslu á meira enn 500.000 kWt, stóðu fyri 18 prosentum av samlaðu nýtsluni í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder