Innanlands

Valevnislistarnir skulu vera inni klokkan 18

Í kvøld verður endaligt, júst hvørji vera á listunum 26. mars. 169 valevni vóru til løgtingsvalið í 2022

2026-03-12 09:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

12. mars 2026 er seinasta freist at lata formanninum í løgtingsvalnevndini
valevnalistar.  

Hetta er sambært § 17, stykki 4 í vallógini.

Tað merkir, at í kvøld - ella í morgin - verður endaliga greitt, júst hvørji og júst hvussu nógv vera á listanum til løgtingsvalið um tvær vikur.

169 valevni vóru til seinasta løgtingsval í 2022.

Skjótast møguligt eftir klokkan 18 í kvøld skal løgtingsvalnevndin senda valstýrunum atkvøðuseðlar í neyðugum tali.

Tey flestu valevnini eru uppá pláss, men í dag fáa vit at síggja, um onkur av flokkunum hevur kaninir í hattinum. 

Har er ein 24 tíma freist hjá løgtingsvalnevndini at ógilda ein valevnislista ella krevja broytingar.

- Um so er skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi umboði fyri flokkin ella stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið, skrivar Fríggjarmálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder