Klokkan 14 leggur Framsókn sína valskrá fram sum tann fjórði flokkurin í røðini.
Beint eftir hetta kemur Ruth Vang í rásarúmið hjá FM1, har forkvinnan í Framsókn hittir Sámal Petur í Grund, formann í Sjálvstýri.
Í "Valpulsinum" fara forfólkini at kjakast um ymiskt - millum annað búskapin.
Árni Gregersen verður vertur.
Lurta á FM1 - ella á vanligu frekvensunum. Seinni verður sendingin eisini tøk á fm1.fo og á Portalinum.
Tilfar frá tíðundafundinum hjá Framsókn verður eisini tøkt seinnapartin
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald