Uttanlands

Oljugoymsla í Bahrain í ljósum loga

Iran sigur, at øll lond í økinum, ið stuðla USA skulu rokna við at verða álopin

2026-03-12 11:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Innanríkisráðið í flógvalandinum Bahrain hevur nú almannakunngjørt upptøkur av einum ógvusligum eldsbruna í eini oljugoymslu eftir tí, sum líkist einum iranskum álopi tíðliga í morgun.

Eldurin er á oynni Muharraq, har altjóða floghavnin hjá Bahrain eisini er.

Ein at amerikansku herflotastøðunum í Miðeystri liggur í Bahrain, ikki so langt frá oljugoymslunum, sum nú brenna, skrivar Danmarks Radio.

Prestastýrið í Iran hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at lond í økinum, sum samstarva við USA, eru í vanda fyri at verða álopin.

Í nátt hevur eisini verið boðað frá fleiri iranskum dronuálopum í økinum. Eitt nú í Kuwait har altjóða floghavnin skal vera rakt. Tað skrivar blaðið The Times of Israel. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder