Innanlands

Heðin Ingi Abrahamsen staðið sína ph.d.

Hann vardi sína ritgerð, sum eitur "Numerical nearshore model of waves and wave generated currents”, mánadagin

Hetta hevur høgt altjóða stig, varð millum annað sagt

Hetta hevur høgt altjóða stig, varð millum annað sagt

2026-03-12 19:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Hetta hevur høgan altjóða standard!

Tað var eitt av skotsmálunum, sum Heðin Ingi Abrahamsen fekk, tá hann seinnapartin vardi sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Heðin hevur nú fingið ph.d.-heitið eftir at hava tikið granskaraútbúgving við starvi hjá Firum og innskriving á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen, lektarar á Fróðskaparsetri Føroya, vóru høvuðsvegleiðarar, Gunnvør á Norði og Tróndur J. Kragesteen, vinnuvegleiðarar á Firum, og Øystein Patursson, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, var hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru Karin Margretha H. Larsen, adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk), Lars Ganzel, lektari á NTNU, og Harry B. Bingham, professari á DTU.

Í samandráttinum av ph.d.-ritgerðini skrivar Heðin Ingi Abrahamsen soleiðis: 

- Avmarkaða talið av vardum økjum fær alarar at flyta út á meira ábard øki. Hesi øki hava tó avbjóðingar við høgari aldu og hørðum ráki.

Les meira á setur.fo

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder