Innanlands

Framsókn stillar ikki upp til fólkatingsvalið

- Kanska lætt at siga tá vit ikki sleppa inn kortini, men vit vilja hugsavna okkum um poltikkin - og fólkatingsessirnir snúgva seg meira og meira um "fundraising", heldur forkvinnan í Framsókn

Ruth Vang er ikki bangin fyri, at umleið 1000 atkvøður

Ruth Vang er ikki bangin fyri, at umleið 1000 atkvøður "hvørva" úr flokkinum, og at tað sæst aftur til løgtingsvalið, at flokkurin ikki hevur fólk uppstillað til fólkatingsvalið (Mynd: Sverri Egholm)- So kunnu tey fólkini til dømis heldur sita heima(Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-12 14:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Framsókn verður ikki partur av fólkatingsvalinum. Hetta staðfesti forkvinna floksins, Ruth Vang, til seinast á tíðindafundinum har valskrá floksins varð løgd fram.

- Vit vilja heldur hugsavna okkum um politikkin. Og hasir sessirnir snúgva seg meira og meira um "fundraising" (peningainnsavnan). Og tað er ikki ein politikkarauppgávu; hetta kunnu onnur taka sær av.

Tað staðfesti Ruth Vang, tá Portalurin og FM1 spurdu um avgerðina.

Forkvinnan legði heldur skemtiliga afturat, at tað "kanska er lætt at siga, tá vit ikki koma inn kortini".

Men Ruth Vang var bersøgin: - Hetta vilja vit ikki nýta orku uppá.

Hon er heldur ikki bangin fyri, at umleið 1000 atkvøður "hvørva" úr flokkinum, og at tað sæst aftur til løgtingsvalið, sum eru tveir dagar seinni - at atkvøðurnar eru í øðrum flokkum.

- So kunnu tey fólkini til dømis heldur sita heima, heldur Ruth Vang.

Framsókn fekk 936 atkvøður til fólkatingsvalið í 2022 - tað besta av teimum trimum fólkatingsvalunum hjá flokkinum. Talið var 2.570 til løgtingsvalið nakrar vikur seinni.

Framsókn var settur á á stovn í 2011. Hetta árið stillaði Poul Michelsen sjálvur upp til fólkatingsvalið: Á uttanflokkalista.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder