Fríggjadagin 13. mars klokkan 15 er Stjórnin – politikkur á skák – eyka á skránni hjá FM1.
Politiska sendingin var sum vant í gjár, men ein eyka partur verður í morgin.
Sí eisini: - Sær út sum alt liggur og svimur inni á miðjuni
Forfólk og "fjepparar" vitja
Hendan sendingin verður gjørd í sambandi við valið og verður eitt sindur øðrvísi.
Umframt teir tríggjar stjórnarlimirnar, Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariassen og Torbjørn Jacobsen, luttaka Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi.
![]()
Sirið og Bárður bresta saman - við hvønn annan og Stjórnina (Mynd: Sverri Egholm)
Ríkisfelagskapurin: Sirið og Bárður brustu saman
Tey fara at sita á pallinum inni í "auditorinum", biosalinum, í Miðlon har FM1 og Portalurin halda til.
Har er pláss til áhoyrarar, og til hendan serpartin av "Stjórnini" vera fólk til staðar - serliga fólk úr nevndu flokkunum.
![]()
Á FM1 og Portalinum - og á Rás1
Stjórnin verður sjálvandi send á FM1 og seinni løgd út á fm1.fo.
Men nú hava vit eisini stroymiútgerð, so eins og mikudagin, verður stoymt á portal.fo.
Hesaferð verður eisini stroymt á Rás 1 á Televarpinum.
Í hesi sending verða nógvir politiskir spurningar vendir, men sjálvandi verður ríkisrættarliga støðan ein stórur partur av kjakinum, nú Sambandsflokkurin og Tjóðveldi eru upp ímóti hvørjum øðrum.
Lurta á fm1.fo - ella á vanligu frekvensunum
Hygg á portal.fo ella á Rás 1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald