Innanlands

Níggju stilla upp til fólkatingsvalið fyri Fólkaflokkin

Teir seks løgtingslimirnir hjá flokkinum umframt trý onnur stilla upp til fólkatingsvalið á fólkaflokslistanum

Jacob Vestergaard, Bárður á Lakjuni og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur tá Fólkaflokkurin legði løgtingsvalskrá fram týsdagin. Hesi trý stilla øll upp til fólkatingsvalið eisini (M)ynd: Sverri Egholm)

2026-03-12 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólkaflokkurin boðar í kvøld frá, at níggju fólk stilla upp fyri flokkin til fólkatingsvalið 24. mars.

Tað eru teir seks tinglimirnir farna valskeið umframt trý onnur. Hvat Fólkaflokkurin ynskir at brúka fólkatingssessin til, fæst at vita mánadagin, tá flokkurin leggur fólkatingsvalskránna fram.

Tey, sum stilla upp til Fólkatingsvalið, eru:

• Árni Skaale

• Astrið Breckmann

• Bárður á Lakjuni

• Beinir Johannesen

• Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

• Fía Selma Nielsen

• Jacob Vestergaard

• Jørgen Niclasen

• Símun Jóannesarson Hansen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder