Innanlands

Kjakast um útlendingamál og bústaðartrupulleikan í Reinsarínum

Frihedsbrevet skipar fyri kjaki leygarkvøldið

(Mynd: Frihedsbrevet.fo)

(Mynd: Frihedsbrevet.fo)

2026-03-12 21:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Politiskt pallborðskjak verður í Havn leygarkvøldið, har Frihedsbrevet bjóðar til Val á veg.

Evnini eru tvinni, sum fylla nógv millum mannað og í miðlunum: útlendingamál og bústaðartrupulleikin.

Kjakið er skipað í tveimum, umboð fyri allar politisku flokkarnar eru við og tiltakið verður stroymt beinleiðis á Facebook og givið út sum poddvarp seinni.

Hetta er triðja ferðin, at Frihedsbrevet skipar fyri Val á veg í Reinsarínum. Hini tiltøkini hava øll verið bæði lívlig og væl vitjað.

Val á veg verður leygarkvøldið 14. mars klokkan 20.

Barbara Holm og Jan Lamhauge eru vertir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder