2026-03-13 18:48
Sunnudagin 15. mars klokkan 14.30 verður árliga Grækarismessuhaldið í Vági við Minnisvarðan, skrivar Vags kommuna.
Skótaliðið Royndin skipar fyri.
Í Vági hevur Grækarismessuhaldið í mong ár fevnt um røður, sang og felagssang, og í ár verður tað Miriam Jannit Norðberg, fødd og uppvaksin í Vági, sum heldur røðuna. Hon er leiðari á Ítróttarháskúlanum og eigur og rekur BRIM.
Kórið Ljómur luttekur eisini í hátíðarhaldinum og stuðlar undir felagssanginum. Aftaná verður boðið til drekkamunn í Miðlatúni, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald