Sunnudagin 15. mars klokkan 12 verður hátíðargudstænasta í Dals kirkju.
Hetta verður í sambandi við, at tríggir kirkjutænarar verða heiðraðir fyri trúgva tænastu.
Jóanes N. Johannesen deknur og Sjúrður Nolsøe klokkari fáa Den Kongelige Fortjenestmedalje fyri 50 ára trúgva tænastu, og Anfinn Johannesen, sum eisini hevur verið deknur í yvir 50 ár, verður eisini heiðraður. Hann hevur áður fingið medalju fyri hansara trúgva arbeiði hjá Landsverki, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.
Kirkjuráðið við Helgu Hilmarsdóttir forkvinnu á odda vil heiðra hesar tríggjar menn við at handa teimum gávu, sum tøkk fyri trúgva tænastu. Jógvan Fríðriksson biskupur handar medaljurnar. Havstein Klein prestur prædikar.
Sandoyarkórið syngur undir leiðslu av Susanne Brattaberg. Møðgurnar Gunna og Signhild Johannesen spæla á tvørfloytu.
Talvan gongur til frama fyri Neyðhjálp fólkakirkjunnar, og Kringvarpið tekur gudstænastuna upp til sjónvarpið. Aftaná verður døgurði í Eiriksgarði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald