Uttanlands

– USA eigur at lata aftur herstøðir í Miðeystri

Nýggi iranski leiðarin, Mojtaba Khamenei ávarar um, at Iran ikki er liðugt at hevna seg

Ein mynd av Mojtaba Khamenei varð víst í iranskum sjónvarpi, meðan fráboðan hansara varð lisin upp (Mynd: EPA)

Ein mynd av Mojtaba Khamenei varð víst í iranskum sjónvarpi, meðan fráboðan hansara varð lisin upp (Mynd: EPA)

2026-03-13 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA eigur alt fyri eitt at lata aftur sínar herstøðir í Miðeystri, sigur nýggi ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei.

Í fyrstu almennu fráboðan síni, síðan hann yvirtók leiðsluna í Iran, ávaraði Mojtaba Khamenei um, at Iran fór at leypa á amerikonsku herstøðirnar, skrivar Ritzau.

Eisini segði nýggi iranski leiðarin, at Hormuz-sundið, sum í roynd og veru hevur verið stongt fyri skipaferðslu undir krígnum hjá USA og Ísrael móti Iran, verður verandi stongt fyri at leggja trýst á "fíggindan".

Khamenei sigur, at Iran fer at hevna álopini, har m.a. pápi hansara, Ali Khamenei varð dripin.

Iran hevur longu lopið á fleiri lond í Miðeystri, har USA hevur herstøðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder