Innanlands

Heldur fram sum formaður komandi trý árini

Leygardagin hevur Maskinmeistaraelagið aðalfund, men bert verandi formaður, Arnfinn Bech, stillar upp til formansvalið

Arnfinn Bech (Savnsmynd: Maskinmeistarafelagið)

Arnfinn Bech (Savnsmynd: Maskinmeistarafelagið)

2026-03-13 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin 14. mars hevur Maskinmeistarafelagið aðalfund á Hotel Hilton í Havn, og longu áðrenn fundin er greitt, at verandi formaður, Arnfinn Bech heldur fram í formanssessinum.

Tá freistin at stilla upp til formansval var úti, var nevniliga eingin, sum bjóðaði verandi formanni av, skrivar Kringvarpið.

Sitandi nevndarlimir Magni G. Joensen og Rógvi K. Hansen boða frá, at teir taka við afturvali, men uppskot til nevndarlimir kunnu skjótast upp á aðalfundinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder