Føroyar hava framvegis hægsta vinnutíttleikan í Evropa.
Seinastu árini hevur vinnutíttleikin ligið støðugt millum 82 og 85 prosent, og í november í fjør var hann 84 prosent hjá fólki í aldrinum frá 15 til 74 ár, skrivar Hagstovan.
Árliga kanningin av arbeiðsmegini verður gjørd eftir altjóða leisti í samsvari við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum.
Næsthægsti vinnutíttleikin í Evropa er í Íslandi - 80 prosent.
Í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin munandi hægri enn í hinum Norðurlondunum, og soleiðis hevur støðan verið í nógv ár.
Í Svøríki, Danmark og Noregi er vinnutíttleikin millum 73 og 74 prosent, meðan hann er 68 prosent í Finnlandi.
Sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at munurin millum kynini er sera lítil. Kvinnurnar hava ein høgan vinnutíttleika. Vinnutíttleikin hjá kvinnum er 83,4 prosent og hjá monnum er hann 84,7 prosent. Tað er ein munur 1,3 prosentstig. Til samanberingar eru munurin millum menninar og kvinnurnar meira enn átta prosenstig í Íslandi, sum hevur næsthægsta vinnutíttleika í Evropa.
![]()
Serliga millum ung og eldri er vinnutíttleikin høgur í Føroyum samanborið við onnur lond, og hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn.
Millum tey 15 til 19 ára gomlu er vinnutíttleikin 69 prosent í Føroyum. Í Íslandi er hann 70 prosent, í Danmark 57 prosent og 20 prosent í ES.
Millum tey 65 til 69 ára gomlu er føroyski vinnutíttleikin 64 prosent. Hjá 70 til 74 ára gomlum er hann 30 prosent, sum er tvífaldað av vinnutíttleikanum í Íslandi og Danmark, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald