Fyrsta málið um valsvik í Føroyum skal viðgerast í landsrættinum.
Ákæruvaldið hjá politinum hevur nevniliga gjørt av at kæra dómin um valið í Oyndarfirði, boðaði Føroya Politi frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.
Málið var fyri í Føroya Rætti síðst í februar. Úrslitið varð, at ákærdi maðurin varð fríkendur. Maðurin var ákærdur fyri at hava broytt ein valseðil, soleiðis at hann varð ógildaður. Tað var tó ikki ein samdur rættur, sum frídømdi ákærda.
Eystari Landsrættur er í Føroyum í hesum døgum, har onnur mál verða viðgjørd. Landsrætturin verður aftur í juni, men enn er ikki avgjørt, nær málið um valsvik í Oyndarfirði kemur fyri, skrivar Føroya Politi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald