Rasmus Seebach spælir á Summar Festivalinum 2026.
Hann er tann stóra og fólkakæra poppstjørnan, sum við fangandi poppsangum savnar fólk í øllum aldri á konsertum og festivalum.
Rasmus Seebach fekk stóra gjøgnumbrotið við fyrstu útgávuni í 2009, og síðani hevur hann støðugt verið at finna á hittlistum og á stórum pallum. Sangir sum "Engel", "Øde ø", "Millionær", "Falder", "Olivia", "I mine øjne", "Under stjernene på himlen" og "Lidt i fem" eru millum hittini, sum tann stóra og breiða fjøldin hevur tikið til sín.
Við stórari plátusølu, óteljandi hittum, milliónum av stroymingum og nógvum heiðurslønum telist Rasmus Seebach millum teir allarstørstu artistarnar í donskum tónleiki nakrantíð.
Føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir Rasmus Seebach, og hann hevur havt fleiri framúr konsertir í Føroyum. Nú kemur hann aftur á landsins størsta tónleikapall at spæla ársins poppkonsert. Og tað verður við sínum nýggja, stóra showi.
Í november hevði Rasmus Seebach fimm fullkomiliga útseldar arena-konsertir í Danmark. Tey 75.000 atgongumerkini til Royal Arena og Jysk Bank Boxen vórðu seld eftir stuttari tíð. Fleiri føroyingar vóru á hesum konsertum, meðan nógvir aðrir ikki fingu fatur á atgongumerkjum, tí øll vildu á konsert.
Rasmus Seebach er framúr á palli. Hann er góður sangari, dugir væl at framføra, hevur fantastiskan bólk í rygginum, er næverandi og fyrikomandi, og hann dugir at skapa heilt serligar løtur saman áhoyrarunum.
Fólk kunnu gleða seg til ársins stóru konsert á Summar Festivalinum 2026, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald