Flokkurin Siumut er farin úr Grønlendsku stjórnini, upplýsir grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen úr flokkinum Demokraatit.
Samgongan hevur framvegis meiriluta, og heldur samgongan og stjórnin fram at arbeiða. Men, legði hann afturat á tíðindafundi í gjár, hann er vónbrotin.
– Eg eri sera harmur og vónbrotin av, at tað hendir í einari tíð, har vit skulu standa saman. Alt, sum kann líkjast syndring í okkara land, er hveiti á kvørnina hjá fremmandum. Tað er tað, vit fyri alt í verðini skulu sleppa okkum undan, segði hann sambært Ritzau.
Í samgonguni eru framvegis Demokraatit, Inuit Ataqatigiit (IA) og Atassut, sum tilsamans hava 19 av 31 sessum í grønlendska tinginum. Siumut hevur fýra tinglimir.
Tað var fríggjadagin, at Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut boðaði frá, at flokkurin fer úr samgonguni. Hon hótti longu við hesum fyrr í vikuni, eftir at tvey grønlendsk landsstýrisfólk úr ávikavist Demokraatit og IA høvdu valt at stilla upp til fólkatingsvalið.
Í Atassut eru tey eisini ónøgd, men Jens-frederik Nielsen sigur, at tey hava fullan rætt at bjóða seg fram, og er eingin lóg, sum forðar hesum.
At Siumut er farið úr samgonguni merkir, at Vivian Motzfeldt, sum var einasta landsstýrisfólkið hjá flokkinum, fer frá sum landsstýrisfólk í uttanríkismálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald