Innanlands

Kjakfundur um náttúru, umhvørvi og orkuskifti

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) skipar fyri almennum kjakfundi í Perluni í Havn í dag kl. 15.

Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, leggur m.a. fram sjónarmiðið hjá Sev um føroysku orkuskipanina (Savnsmynd: Jan Müller)

Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, leggur m.a. fram sjónarmiðið hjá Sev um føroysku orkuskipanina (Savnsmynd: Jan Müller)

2026-03-14 11:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvussu skal føroyska orkuskipanin síggja út í framtíðini, og hvønn leiklut skulu náttúra og umhvørvi hava í teimum stóru avgerðunum, sum verða tiknar komandi árini?

Tann spurningin setir Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) á dagsskránna, tá felagið skipar fyri almennum kjakfundi í Perluni í Havn í dag 14. mars kl. 15.

Fundurin byrjar við tveimum framløgum um føroyska orkuskiftið. Súsanna Berg frá Vinnuhúsinum fer at leggja fram sjónarmiðið hjá vinnuni um forðingar í orkuskiftinum, meðan Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, leggur fram sjónarmiðið hjá Sev um føroysku orkuskipanina.

Eftir framløgurnar verður kjak millum valevni úr politisku flokkunum um, hvussu orkuskipanin skal skipast framyvir, og hvussu náttúru- og umhvørvisatlit skulu viga í politisku raðfestingunum. Hesi luttaka:

A: Fróði Magnussen

B: Helgi Abrahamsen

C: Kristianna Winther Poulsen

E: Magnus Gaard

F: Gunnvá Winther

H: Anna Margretha Otthamar

Orðstýrari á fundinum verður Óluva Zachariassen.

Skrá
15.00: FNU bjóðar vælkomin
15.05: Súsanna Berg, Vinnuhúsið
15.20: Hákun Djurhuus, Sev
15.35: Kjak millum valevni úr politisku flokkunum
16.45: Fundurin endar

Eftir fundin hevur FNU aðalfund.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder