Innanlands

Bárður og Anna halda fram sum formaður og næstforkvinna

Sambandsflokkurin hevur landsfund í dag

(Mynd: Sambandsflokkurin)

(Mynd: Sambandsflokkurin)

2026-03-14 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenberg vórðu á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í dag afturvald til ávikavist formann og næstforkvinnu í flokkinum.

Anna Falkenberg varð vald til næstforkvinnu á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í fjør. Bárður á Steig Nielsen hevur verið formaður síðan 2015.

– Vit takka fyri álitið frá limum okkara og ætla at vinna álitið hjá Føroya fólki, siga Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenberg í fráboðan frá Sambandsflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder