Innanlands

Sylvia Thomsen nýggj næstforkvinna í Sjálvstýri

Fyri fyrstu ferð í søgu floksins varð í dag næstforfólk valt fyri flokkin

Sylvia Thomsen og Sámal Petur í Grund (Mynd: Sjálvstýri)

Sylvia Thomsen og Sámal Petur í Grund (Mynd: Sjálvstýri)

2026-03-14 20:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á landsfundinum hjá Sjálvstýri í dag, var eitt nætforfólk valt fyri flokkin. Hetta er fyrstu ferð í søgu floksins.

Sylvia Thomsen varð vald sum fyrsta næstforfólk hjá Sjálvstýri. Endamálið við hesum er at styrkja flokkin og samstundis geva yngri kreftum størri leiklut í politiska arbeiðinum.

Eisini er greitt, at Sámal Petur í Grund hevur fram sum flokfsformaður.

Nevndin skipaði seg við Rúnu Sivertsen sum forkvinnu í landsnevndini og Andrias Jacobsen sum næstformanni. Lasse Klein verður skrivari og kassameistari. Við hesum hevur Sjálvstýri sett eina breiða og arbeiðsføra leiðslu, sum skal leiða flokkin fram. Hini í landsnevndini eru, Jóhan M. Stenberg og Jógvan S. Midjord.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder