Síðan desember hevur verið bannað avstralskum børnum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar, men ein fimtingur av avstralskum tannáringum undir 16 ár brúka teir framvegis.
Í tíðarskeiðnum desember til februar er talið á 13 til 15 ára gomlum, sum brúka sosialu miðlarnar TikTok og Snapchat minkað, men dátur frá fyritøkuni Qustodio vísa tó, at 20 prosent av teimum framvegis brúka teir, skrivar Ritzau.
Tølini hjá Qustodio eru millum tey fyrstu, sum varpa ljós á atburðin hjá ungum á sosialum miðlum, síðan forboðið kom í gildi. Upplýsingarnar stava frá dátum, sum eru innsavnaðar frá avstralskum familjum frá desember til februar.
Avstralska stjórnin og í minsta lagi tvey universitet fylgja kanningum av, hvørja ávirkan forboðið hevur havt.
Sambært lógini, sum bannar børnum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar, skulu tøknirisar, sum eiga sosialu miðlarnar Instagram, Facebook, Threads, YouTube, TitTok og Snapchat forða persónum undir 16 ár at fáa atgongd til teirra pallar.
Gera teir ikki tað, kunnu teir fáa eina bót á upp til 49,5 milliónir avstralskar dollarar, sum svarar til 228 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald