Uttanlands

Álopini á Iran halda fram komandi vikurnar

Tað eru fleiri mál eftir, og halda álopini á Iran fram í í minsta lagi tríggjar vikur afturat, sigur ísraelskur generalur

Teheran, høvuðsstaður í Iran (Mynd: EPA)

Teheran, høvuðsstaður í Iran (Mynd: EPA)

2026-03-16 07:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelsku álopini á Iran halda fram í í minsta lagi tríggjar vikur afturat, sigur talsfólk hjá ísraelska herinum, Effie Defrin generalur.

– Vit hava túsundatals mál frammanfyri okkum, sigur hann og leggur afturat, at USA hevur ætlanir, sum vara í í minsta lagi tríggjar vikur afturat.

Amerikanski orkumálaráðharrin, Chris Wright sigur, sambært Ritzau, at hann væntar, at kríggið fær ein enda innan fáar vikur.

Abbas Araghchi, uttanríkismálaráðharri í Iran sigur, at Iran framhaldandi fer at verja seg móti álopum, inntil amerikanski forsetin, Donald Trump skilur, at hann ikki kann vinna kríggið.

– Vit eru til reiðar at verja okkum, so leingi tað er neyðugt, sigur hann og leggur afturat:

– Hetta er eitt ólógligt kríggj uttan sigur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder