Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í gjár

Ein bilførari fekk klipp í Leirvík, og eitt herverk varð fráboðað í Vestmanna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-16 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá tveimum ferðsluóhappum - eitt í Runavík og eitt í Havn.

Í Runavík rendi ein bilur á eitt skelti í einari rundkoyring. Bilførarin koyrdi víðari, men tað eydnaðist løgregluni at finna fram til eigaran av bilinum, tí ein nummarpláta lá eftir.

Eigarin av bilinum vildi tó ikki siga, hvør hevði koyrt bilin, so tað fær hann eina bót fyri. Umframt hetta skal hann rinda endurgjald fyri skaðarnar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at óhappið ikki hevði nakran fólkaskaða við sær.

Í Havn rendi ein bilur í afturpartin á einum øðrum. Skaðin var ikki stórur, men neyðugt var við hjálp frá sløkkiliðnum at flyta bilarnar, tí bilarnir vóru fastir í hvørjum øðrum.

Í Leirvík fekk ein bilførari eitt klipp fyri at koyra við einum barni, sum ikki sat rætt íbundið, og í Vestmanna varð boðað frá herverki á ein bil.

Talan var um onkran, sum hevur brúkt spraymáling á ein bil. Hetta skal vera hent sunnunáttina, og vil løgreglan fegin frætta frá fólki, um tey vita okkurt um hetta, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder