Um tíggju dagar skulu Føroya fólk seta krossin til løgtingsvalið, og spenningurin økist. Kringvarpið kunnger í dag veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt.
Veljarakanningin brýtir ikki stórvegis frá kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin/FM1 og Kringvarpið í síðstu viku.
Nýggjasta veljarakanningin hjá Lóðri gevur Fólkaflokinum 28,8 prosent og 10 tingsessir. Hetta er ein framgongd upp á fýra tingsessir í mun til løgtingsvalið seinast.
Sambandsflokkurin varðveitir sínar sjey tingsessir og Javnaðarflokkurin gongur tríggjar aftur og fær seks. Tjóðveldi gongur sambært kanningini ein aftur og fær fimm fólk á ting. Framsókn gongur eitt lítið sindur aftur, men tað er nokk til at missa ein tingsess og detta niður á tveir.
Miðflokkurin gongur eitt prosentstig fram og tað gevur ein tingsess afturat, so flokkurin fer upp á tríggjar tingsessir.
Sambært kanningini røkkir Sjálvstýri heldur ikki inn um tinggátt hesaferð.
Óvissan í kanningini er millum 1,3 prosent og 3,6 prosent. 810 fólk í aldrinum 18-75 ár svaraðu kanningini gjøgnum telefon ella á netinum frá 9. til 13. mars 2026.
Barometrið: Síggj annars allar veljarakanningarnar hjá Portalinum síðan valið 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald