Innanlands

Valfundur: Hvussu styrkja vit Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

Kl. 16 verður valfundur í Kongshøll, har tvey valevni úr hvørjum flokki luttaka

2026-03-17 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvussu skulu Føroyar vinna kappingina um okkara egnu ungu, sum í alt ov stóran mun fara av landinum at lesa og aldrin koma heimaftur? Hvussu kunnu íløgur í hægri útbúgving og gransking styrkja haldførið Føroya búskaparliga og sosialt?

Tað verður evnið á valfundinum, sum verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn í dag.

Tvey valevni fyri hvønn flokk koma at svara spurningum frá Óluvu Zachariasen, journalisti, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.

Valfundurin byrjar klokkan 16 og verður eisini stroymdur her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder