Innanlands

Aðalráð skal viðgera innlitisumbøn frá Kringvarpinum av nýggjum

Kringvarpið kærdi viðgerðina av eini innlitisumbøn til Løgtingsins umboðsmann

Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður (Savnsmynd)

Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður (Savnsmynd)

2026-03-17 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina kæru frá Kringvarpinum um viðgerðina hjá Almanna- og heilsumálaráðnum av eini innlitisumbøn í sambandi við uppsøgn frá Landsapotekaranum.

Og Løgtingsins umboðsmaður hevur heitt á ráðið um at viðgera umbønina umaftur, skrivar Løgtingsins umboðsmaður.

Kringvarpið hevði biðið um innlit í tvey ítøkilig skjøl, sum sambært Almanna- og heilsumálaráðnum ikki funnust. Ráðið vísti tó til eitt mál, har sjey skjøl vóru skrásett, og gav innlit í nøkur skjøl.

Tey skjølini, sum innlit ikki varð latið í, vórðu mett sum innanhýsis arbeiðsskjøl, og mett varð ikki at ekstraherast skuldi úr skjølunum, av tí at talan var um privat viðurskifti hjá einstaklingum.

Umboðsmaðurin er tó ikki samdur við Almanna- og heilsumálaráðnum í, at afturhildnu skjølini einans vóru innanhýsis skjøl.

Umboðsmaðurin hevði eisini eftir umbøn fingið onnur skjøl enn tey, ið vóru skrásett í málsyvirlitinum, sum ráðið hevði latið Kringvarpinum.

Eftir at hava kunnað seg um øll latnu skjølini, var ikki greitt, hvørt tey síðst sendu skjølini hoyrdu til sama mál. Umboðsmaðurin hevur tí heitt á ráðið at viðgera málið aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder