Mentan

“Summarnætur” og “Smurt snarljós” í Mentanarhúsinum

Seinasta sýning av sangleikinum 'Grease' verður 25. mars. Tað eru næmingar á sangleikabreytini, sum framføra

2026-03-17 20:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í løtuni ber til at uppliva heimskenda sangleikin ‘Grease í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Tað er sangleikabreytin á eNámi fyri 10. floks næmingar, sum bjóðar øllum møguleikan at uppliva hendan spennandi, romantiska og stuttliga leik á føroyskum við føroyskum ungdómum, sum syngja, dansa og spæla – og arbeiða uppá ein bil frá 1975 – á pallinum.

‘Grease’ hevur alt, ið ein sangleikur eigur at hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og tað eru næmingarnir sjálvir, ið bæði spæla tónleik og sjónleik.

Hendan uppsetan egnar seg til bæði børn, ung og vaksin, tí leikritið er tillagað, so tað riggar í Føroyum og til allar aldursbólkar. Søgugongdin er tann sama, og sangirnar munnu tey flestu kenna, hóast næmingarnir framføra teir á føroyskum.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikabreytina undir hond.

Umleið 50 næmingar eru á breytini í ár, sum eru úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin.

Seinasta sýning verður 25. mars, men hon er útseld, so fólk mugu skunda sær, um tey ætla at síggja ársins sangleikaframførslu! Atgongumerkini fáast á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum, mh.fo.

 [object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder