Fróði Magnussen og Ben Arabo brustu saman í kjaki á FM1 í gjárkvøldið.
Tað var tó ikki alt, sum teir báðir vóru ósamdir í. Og móti endanum helt Fróði Magnussen millum annað heldur speiskliga fyri, at tað var sum at hoyra Atla P. Dam, fyrrverandi Javnaðarløgmann, tosa um vinnupolitikk, tá Ben Arabo legði síni hjartamál fram.
- Nú bragdar aftur hjá Javnaðarflokkinum, tá tú tosar á handan hátt. Og tað ikki bert eru skattir og avgjøld.
Onnur skot vóru eisini har:
- Spennandi hvat tað kostar pr. fermetur. Og haldi tað helst hevði verið snildari og skjótari, um Fólkaflokkurin hevði gjørt hatta, helt Fróði Magnussen fyri um bygging av lestraríbúðum.
- Ja, hevði Fólkaflokkurin gjørt lestraríbúðir, spurdi Ben Arabo, sum er á Javnaðarlistanum, síðani.
Lurta eftir allari sendingini her - umrøddu brotini eru innan seinastu seks minuttirnar.
Til ber eisini at síggja við stroyming her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald