Fýra bilførarar vórðu í gjár avdúkaðir fyri at koyra ov skjótt. Hetta hendi tá ferðsluløgreglan gjøgdu ferðamátingar í Eysturoynni.
Beint fyri klokkan 13 varð ein bilur máldur til at koyra 101 kilometrar um tíman millum Fjarða. Hetta gav klipp í koyrikortið hjá bilførarunum.
Nakað seinni stóð ferðmátarin í Søldarfirði, har hægst loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman. Her fórðu tveri bilførarar avdúkaðir fyri at hava fótin ov tungan á speedaranum. Annar koyrdi 76 og hin 71 kilometrar um tíman. Hetta gav eisini klipp í koyrikortini.
Um hálvgun trý tíðina var túrurin so komin til ein bilførara, sum koyrdi 73 kilometrar um tíman í bygdum øki í Saltangará. Eisini her var revsingin klipp í koyrikortið.
Ein maður hevur í nátt gist í klivanum á politistøðini í Havn. Tað var eitt stað í býnum, har nógv fólk møtast, sum órógvaðist av einum manni, ið varð ógvuliga fullur. Boð vóru send eftir løgregluni, sum tók mannin við sær og reiddu honum handan stongdar dyr í kjallaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald