Enn ein týðandi grønlendskur politikari hevur nú valt at lima seg úr flokkinum Siumut. Talan er um fyrrverandi landsstýrisformannin og floksformannin, Kim Kielsen, sum fer úr flokkinum eftir 41 ár sum limur.
Fráboðanin frá Kim Kielsen kom stutt eftir, at landsstýriskvinnan, Vivian Motzfeldt, boðaði frá at hon hevur melda sseg úr flokkinum. Les: Vivian Motzfeldt hevur meldað seg úr Siumut
- Eg eri púra samdur við Vivian Morzfelt í, at avgerðin um, at Siumut fríggjadagin meldaði seg úr landsstýrissamstarvinum Naalakkersuisut, var skeiv og bygd á eitt óskiljandi og ónøktandi grundarlag.
- Tað ber ikki til at síggja burtur frá mandatinum, sum borgararnir hava givið, og Siumut hevur ongantíð havt sum mál at virka uttan kós og uttan ávirkan, skrivar Kim Kielsen í fráboðan.
Sostatt hevur Siumut nú mist tveir framstandandi politikarar eftir avgerðina fríggjadagin at taka flokkin úr landsstýrissamgonguni.
Bæði Vivian Motzfeldt og Kim Kielsen boðaðu beinanvegin frá, at tey ikki vóru samd í avgerðini, sum floksleiðslan tók fríggjadagin.
Kim Kielsen far formaður í Siumut frá 2014 til 2020 og var eisini landsstýrisformaður frá 2014 til 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald