Innanlands

828 hava søkt inn á miðnám

Minkandi áhugin at søkja inn á miðnám tykist vera støðgaður, skrivar Undirvísingarstýrið

2026-03-18 11:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt 15. mars, vóru 828 umsóknir komnar inn. Tað er áleið tað sama sum í fjør. Gongdin hevur annars verið minkandi síðan 2015, men tað tykist sum at stóra minkingin, sum hevur verið seinastu árini, er avhæsað, skrivar heimasíðan hjá Undirvísingarstýrinum.

645 umsøkjarar søktu inn á gymnasialu breytirnar. Tað vil siga 32 umsøkjarar fleiri í ár í mun til í fjør. Í alt 163 umsøkjarar søktu á yrkisnám í ár, sum er ein minking á 13 umsøkjarar í mun til í fjørð. Á yrkisnámi var el-breytin toppskorarin í ár, eins og í fjør.

Um vit hyggja at breytunum á gymnasialum miðnámi, er stóri toppskorarin í ár, eins og undanfarin ár, náttúrubreytirnar. Á øllum trimum miðnámsskúlunum søktu flestu næmingarnir inn á náttúrubreytirnar. Búskaparbreytirnar vóru á øðrum plássi.

76 umsøkjarar søktu inn á hugbreytirnar, sum er ein minking á 12 umsøkjarar í mun til í fjør og 78 umsøkjarar færri í mun til 2022. Lutfalsliga er tað ymiskt, hvussu nógvir hugbreytanæmingar eru á gymnasialu breytunum á skúlunum. 33 prosent av næmingunum í Miðnámi í Suðuroy hava søkt inn á hugbreyt, meðan tey sum hava søkt á hugbreyt eru 17 prosent á Kambsdali og 9 prosent á Glasir.

Í mun til kynsbýtið eru 55 prosent av umsøkjarunum á miðnámi gentur og 45 prosent dreingir. Genturnar eru betri umboðaðar á gymnasialum miðnámi, meðan dreingirnir eru munandi betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum – tó undantikið klædnaatstøði og hárfríðkan, har flestu umsøkjarar eru gentur.

Hetta kynsbýtið sæst eisini aftur á skúlunum, har 77  prosent av næmingunum á Tekniska Skúla í Klaksvík eru dreingir, meðan 65 prosent av næmingunum á Miðnámi á Kambsdali og 55 prosent av næmingunum á Glasir eru gentur.

20 umsøkjarar søktu inn á Heilsuskúlan í Suðuroy, 7 til Heilsuhjálpara og 13 til Námsfrøðihjálpara. Heilsurøktaraútbúgvingin verður ikki boðin út í hesum umfarinum, men verður boðin út seinni í vár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder