Av teimum 160, sum stilla upp til løgtingsvalið 26. mars, eru 62 kvinnur og 98 menn. Hetta svarar til 38,8 prosent kvinnur og 61,2 prosent menn.
Tað er eitt fet aftur samanborið við seinasta løgtingsval, tá kvinnur myndaðu 40,2 prosent av valevnunum, staðfestir Demokratia.
Sjey flokkar stilla upp til løgtingsvalið, men einans tríggir hava javnstøðu í uppstilling. Tað eru samgonguflokkarnir undanfarna valskeið, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.
Á listanum hjá Javnaðarflokkinum eru 14 kvinnur av 29 valevnum. Hjá Tjóðveldi eru 14 kvinnur av 27 valevnum. Hjá Framsókn eru 7 kvinnur av 14 valevnum.
Á hinum listunum er ójavnstøða. Hjá Sambandsflokkinum eru 10 kvinnur av 29 valevnum. Hjá Fólkaflokkinum eru 11 kvinnur av 34 valevnum. Hjá Sjálvstýri eru 2 kvinnur av 10 valevnum. Og hjá Miðflokkinum eru 4 kvinnur av 17 valevnum.
Út frá hesum staðfestir Demokratia, at útgangsstøðið fyri sterkari kvinnuumboðan á tingi hesaferð er verri samanborið við undanfarna løgtingsval, tá kvinnuligu valevnini vóru 68 í tali, meðan mannligu valevnini vóru 101 í tali. Løgtingsvalið í 2022 er sostatt framvegis einasta dømi um, at kvinnur hava myndað oman fyri 40 prosent av valevnunum.
Men sambært Demokratia er tað ongantíð fyrr komið fyri, at tríggir flokkar hava megnað kynsjavnstøðu millum síni valevni. Hetta ber brá av, at fleiri flokkar nú seta sær sjálvum treyt um, at javnstøðan skal virðast.
Til samanberingar var Javnaðarflokkurin tann einasti, ið megnaði javnstøðu í uppstilling til løgtingsvalið í 2022. Á løgtingsvalinum í 2019 høvdu allir flokkar yvirvág av monnum á sínum lista. Nevnast kann eisini, at Framsókn hevði javnstøðu í uppstilling til løgtingsvalið bæði í 2011 og 2015. Í 2004 hevði Hin stuttligi flokkurin javnstøðu í uppstilling.
Bjørt Samuelsen (Tjóðveldi) og Ingilín D. Strøm (Javnaðarflokkinum). Tveir av toppskorarunum seinast, stilla ikki upp hesaferð (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Tveir toppskorarar frá 2022 stilla ikki upp
Seinasta løgtingsval staðfesti, at bara triði hvør veljari setti kross við eina kvinnu. Hóast methøga umboðan av kvinnum í uppstilling – meir enn 40 prosent – vórðu bara 10 kvinnur valdar á ting, sum svarar til 30 prosent.
Men samtíðis vóru tekin um, at veljarin spakuliga tekur undir við, at kvinnur eru eins væl skikkaðar og menn til at umboða seg. Tær tríggjar, Ruth Vang, Ingilín D. Strøm og Bjørt Samuelsen endaðu allar í topp-10 listanum av atkvøðuslúkunum.
- Men hvørki Ingilín ella Bjørt stillar upp hesa ferð, og tí er enn meiri neyðugt, at veljarin gevur kvinnunum dyggan stuðul hesaferð, skrivar Demokratia.
Les alla greinina hjá Demokratia her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald