Innanlands

Hjartafelagið havt aðalfund

Ætla at hava fund við landsstýrisfólkið við heilsumálum tá landsstýrið hevur skipað seg eftir løgtingsvalið

Nevndin í Hjartafelagnum (Jacobina Kristiansen vantar á myndini)

Nevndin í Hjartafelagnum (Jacobina Kristiansen vantar á myndini)

2026-03-19 08:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hjartafelagið hevði aðalfund í gjárkvøldið, og eftir at fundurin hevði viðgjørt ymsu punktini á skránni, vórðu hesi vald at umboða nevndina komandi árið:

Eyðna Joensen, forkvinna
Amy Ljósheim, næstforkvinna
Fríðálvur A. Jensen, skrivari
Páll Hammer, nevndarlimur
Jacobina Kristiansen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Sigga Durhuus og Tórur Jørgensen 

Í frágreiðingini nevndi Eyðna Joensen, forkvinna, at felagið fer at stremba eftir teimum málum, sum nevndin hevur sett sær fyri, og at roynt verður at fáa fund í lag, tá nýtt landsstýrisfólk við heilsumálum er sett eftir løgtingsvalið.

Eftir aðalfundin legði Valborg Heinesen, hjartalækni, fram eina sera góða og væl uppsetta framløgu, har øll fingu gott innlit í arbeiðið hjá teimum á hjartadeildini og hvat vit øll onnur skulu hava fyri eygað, tá hugsað verður um góða hjartaheilsu og annað.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder