Løgreglan gjørdi rættiliga um seg kring landið í gjár. Fleiri bøtur vórðu skrivaðar umframt klipp í koyrikortið og onkrar treytaðar frádømingar av koyrikortinum.
Í Runavík var ein bilur støðgaður og báðir persónarnir í bilinum skuldsettir fyri ikki at sita í trygdarbelti.
Við Norðskála vóru fleiri bilar tiknir fyri at koyra ov skjótt umframt at ein var tikin fyri at tosa í fartelefon. Ein bilførari varð máldur at koyra 79 kilometrar um tíman í bygdum øki, meðan tveir vórðu tiknir fyri at koyra 87 og 88 km/t á strekki har hámarksferðin er 60 km/t.
Í Sandoynni var ein persónur tikin fyri at koyra á stórum prutli uttan koyrikort og uttan hjálm. Og í Suðuroy – í norðraru helvt – varð ein bilførari tikin fyri at koyra 104 kilometrar um tíman á landsvegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald