Uttanlands

Enn eitt týskt felag vil skjóta rakett út úr Hetlandi

SaxaVord Spaceport hevur gjørt avtalu við felagið HyImpulse um útskjóting í triðja ársfjórðingi. Ætlanin er framvegis at rakettinhjá RFA verður skotin út í summar

(Mynd: hyimpulse.de)

(Mynd: hyimpulse.de)

2026-03-19 11:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn ein týsk rúmdarfyritøka hevur gjørt avtalu við hetlendsku rúmdarstøðina, SaxaVord Spaceport, at standa fyri síni fyrstu rakettútskjóting frá evropeiskari jørð seinni ár.

Talan er um felagið HyImpulse, sum hevur ætlanir um at skjóta eina rakett út í triðja fjórðingsári í ár.

Talan verður um aðru útskjótingina hjá felagnum. Tann fyrsta rakettin varð skotin út úr Avstralia í 2024. Talan var um eina rakett, sum brúkti eina hybridan framdrátt, sum var ein blanding av ljósvoks (paraffin) og flótandi súrevni (oxygen).

HyImpulse sigur, at tann fyrsta útskjótingin frá Koonibba var væl eydnað. Hendan SR75 rakettin er ein sokallað suborbital rakett, altso ein rakett, ið verður send út í rúmdina, men ikki til at fara í ringrás um jørðina, men til at koma niðuraftur.

Eftir ætlan verður tað tó eitt annað týskt felag, sum kemur at standa fyri fyrstu útskjótingini úr Hetlandi einaferð í summar, nevniliga Rocket Factory Augsburg, RFA. Fólkini á SaxaVord gera seg til reiðar til fyrstu útskjótingina, men dagurin er ikki fastsettur enn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder