Fimm av sjey flokkum hava verið framvið hjá Árna Gregersen og panelinum í Stjórnini - politikkur á skák sum eru fluttir inn i auditorium í Miðlon í hesum valdøgum.
Í morgin, fríggjadagin 20. mars, vitja Johannesen-menninir úr Klaksvík: Formenninir í flokkunum, sum nu aftur, sambært Akseli V. Johannesen, kunnu samstarva.
Sambært veljarakanningunum noyðist Javnaðarflokkurin eftir øllum at døma at venda sær til Fólkaflokkin. Spurningurin er so, hvat Beinir Johannesen ætlar.
Hvat vil Fólkaflokkurin í roynd og veru, og hvussu tunn eru mørkini millum A og C.
Hetta verða vit kanska klókari uppá seint seinnapartin fríggjadagin. Árni Gregersen, Heðin Zachariasen, Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen eru til reiðar. Eru Beinir Johannsen og Aksel V. Johannnesen tað?
Lurta eftir Stjórnin - politikkur á skák á FM1 klokkan 16 í morgin. Til ber til at stroyma beinleiðis video á Portalinum.
Og minst til: Her ber til at kjakast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald