Innanlands

Sámal Petur í Grund til forhoyr í Frihedsbrevet: Sjálvstýri kúvendir í russlandspolitikkinum

Forkastiligt í 2022, men nú sigur Sjálvstýri seg tó ikki skilja, hví Føroyar ikki lata Russland virka frítt, tí tað kann geva nógv avleitt virksemi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-19 20:46 Author image
Frihedsbrevet
placeholder

Tað var forkastiligt at samstarva við Russland, segði Sjálvstýri í 2022.

Í dag sigur Sjálvstýri seg tó ikki skilja, hví Føroyar ikki lata Russland virka frítt, tí tað kann geva nógv avleitt virksemi. Antin eiga Føroyar at velja Russland frá ella at velja alt samstarv við Russland til, sigur Sjálvstýri í dag.

Videobrotið omanfyri er úr longri samrøðu, sum journalistarnir hjá Frihedsbrevet, Barbara Holm og Jan Lamhauge, hava við Sámal Petur í Grund, formann í Sjálvstýri. Hvønn dag hesa vikuna, senda tey longri samrøður við forfólkini, har hesi fáa hvassar spurningar um tað, tey lova. Tað krevur hald at hoyra longri samrøðurnar.

Hoyr alla samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder