Innanlands

Í februar vóru 370 fleiri starvsfólk enn í fjør

Í februar vóru 29.859 fólk í starvsfólkaskaranum í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-20 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar vóru 29.859 fólk í starvsfólkaskaranum í Føroyum. Tað eru 369 fleiri starvsfólk enn í februar í fjør, skrivar Hagstovan.

Talan er um ein vøkstur á 1,3 prosent í mun til sama mánað í fjør.

Í starvsfólkaskaranum vóru 15.237 menn og 14.622 kvinnur.

Samanborið við februar í fjør er vøksturin størri hjá monnum, sum vóru gott 200 fleiri. Kvinnurnar vóru knapt 170 fleiri, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder