Í dag klokkan 13 verður ársaðalfundur hjá Kommunufelagnum hildin á Hotel Føroyum.
Á skránni fyri aðalfundin er millum annað formansfrágreiðing, sum Tórbjørn Jacobsen ber fram.
Eftir fundin verður skipað fyri politiskum pallborðskjaki um framtíðina hjá kommununum. Øll forfólkini hjá politisku flokkunum luttaka.
Sambært kommunufelagnum fer Kjakið serliga at snúgva seg um kommunala bygnaðin við 29 kommunum og einari røð av kommunalum samstørvum, um eldraøkið, og um leiklutin hjá kommununum í framtíðini.
Áhoyrararnir verða kommunustýrispolitikarar og ovastu kommunalu leiðslurnar úr øllum landinum, og væntar Kommunufelagið umleið 200 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald