Innanlands

Fleiri koyrdu ov skjótt í gjár

Tað bleiv til trý klipp og eina treytaða frádøming, tá løgreglan gjørdi ferðmátingar í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-20 08:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Streymoynni og í Vágum, og í hesum sambandi vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Í Kaldbaksbotni varð ein tikin fyri at koyra 102 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, og tað fær hann eitt klipp fyri.

Við Kollafjarðartunnilin fingu tveir bilførarar klipp fyri at koyra ávikavist 102 og 103 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80, og ein bleiv tikin fyri at koyra uttan førararætt.

Í Vágum varð ein bilførari tikin fyri at koyra 119 kilometrar um tíman í óbygdum øki, og fær tí eina treytaða frádøming.

Í Runavík var eisini eitt víkiskylduóhapp fyrrapartin, men eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder