Uttanlands

– Trump ger av, nær kríggið endar

Amerikanski forsetin ger av, nær USA er komið á mál í Iran, sigur verjumálaráðharrin

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth (Mynd: EPA)

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth (Mynd: EPA)

2026-03-20 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er eingin tíðarætlan fyri, nær kríggið í Iran fær ein enda, sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth.

Álopini hjá USA á Iran halda fram, og er tað er amerikanski forsetin, Donald Trump sum ger av, nær USA er komið á mál í Iran.

– Vit ynskja ikki at seta eina tíðarætlan, segði Hegseth á tíðindafundi í gjár sambært Ritzau.

Lagt varð afturat, at endamálið er tað sama. Málið er m.a., at Iran ongantíð skal menna kjarnorkuvápn, og at oyðileggja iranska verjuídnaðin.

Í morgin, leygardagin eru tríggjar vikur síðan, at Ísrael og USA fóru undir álop á Iran og drupu táverandi ovasta leiðaran í landinum, Ali Khamenei ayatollah.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder