Sjálvstýri hevur einki umboð havt á tingi síðan valið í 2022, og eydnaðist tað heldur ikki flokkinum at sleppa inn um tinggáttina eftir valið 26. mars, kann væntast, at flokkurin fer í søguna.
Tað segði Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri í sendingini Andgletturin hjá Kringvarpinum í dag.
Tá hann varð spurdur, hvat hendir, um flokkurin ikki sleppur inná ting eftir valið í næstu viku, segði Sámal Petur í Grund:
– So giti eg, at so bleiv Sjálvstýri 120 ár, og tað var tað.
Seinast Sjálvstýri fekk umboð valt á ting var á løgtingsvalinum í 2019. Flokkurin fekk tá eitt umboð - Kristin Michelsen.
Á seinasta løgtingsvali í 2022 fekk flokkurin bert 2,75 prosent av atkvøðunum, sum ikki var nóg mikið til at sleppa inn um tinggáttina. Flokkurin manglaði tá 97 atkvøður fyri at fáa eitt umboð á ting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald