Finnland er heimsins frælsasta land at búgva. Finnar eru tey einastu, sum fáa hundrað av hundrað møguligum stigum frá fólkaræðisfelagsskapinum Freedom House, sum lýsir frælsisstigið í øllum heimsins londum.
Norðurlond klára seg yvirhøvur best á hesum indeksinum. Svøríki og Noreg fáa bæði 99 stig saman við New Zealandi, Danmark 97 og Ísland 95 stig av teimum hundrað møguligu. Føroyar og Grønland eru ikki við á listanum.
Írland fær 98, Kanada, Luksemburg, Niðurlond, San Marino, Slovenia og Uruguai fáa 97, Estland, Japan, Portugal og Sveits fáa 96. Saman við Íslandi liggja Belgia, Kili, Kekkia og Týskland á 95 stigum.
USA er fallið á listanum, og liggur nú á 81 stigum. Hetta er lægsta metingin av frælsisstøðuni hjá USA síðani Freedom House byrjaði at gera hendan listan, skrivar finska kringvarpið, Yle.
![]()
USA liggur nú á sama støði sum Suðurafrika. Sambært Freedom House eru viðurskifti, sum eru orsøk til minkandi stigatalið í USA eitt nú ein illa virkandi rættarskipan, skert talufrælsi og at armeiði móti korruptión er støðgað.
Í Evropa eru fleiri lond, sum hava lægri skoru enn USA, serliga á Balkan. Ungarn, sum er limur í ES fær einans 65 stig, og er tí flokkað sum bert lutvíst frítt land.
Sambært Freedom House er frælsið í heiminum minkað støðugt hesi seinastu tjúgu árini. Bert 21 prosent av øllum fólkum í heiminum búgva í londum, sum felagsskapurin flokkar sum fræls. Stórur partur av afturgongdini er at síggja í Afrika, har londini hava upplivað hernaðarkollveltingar og harðskap móti mótmælisfólkum.
Góðu tíðindini eru, at trý lond eru flokkað upp frá ‘lutvíst frí’ til ‘frí’. Tey eru Bolivia, Malawi og Fiji.
Á niðjasta plássi liggur Suðursudan við ongum stigi, meðan Sudan og Turkmenistan liggja næstniðjast við einum stigi, meðan Gasageirin fær 2 stig og Norðurkorea og Eritrea fáa 3 stig.
Stigatalvan metir um politisk rættindi og borgarafrælsi, alt frá atkvøðurætti til talufrælsi og javnstøðu fyri lógini. Rættindi kunnu ávirkast av bæði statsligum og ikki-statsligum aktørum.
Myndir: EPA
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald