Innanlands

Jenis av Rana til forhoyr í Frihedsbrevet: Nei til abort eftir neyðtøku

- Tú kanst ikki rættvísgera ta neyðtøkuna við at fjerna barnið hjá henni. Tá gert tú eina neyðtøku afturat, sigur formaðurin í Miðflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-20 15:10 Author image
Frihedsbrevet
placeholder

Miðflokkurin lovar, at aftaná valið fer flokkurin at leggja eitt uppskot fyri tingið um abort. Og verður tað sum Miðflokkurin vil, skulu kvinnur, sum eru neyðtiknar, ikki sleppa at taka abort.

- Tú kanst ikki rættvísgera ta neyðtøkuna við at fjerna barnið hjá henni. Tá gert tú eina neyðtøku afturat, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

Videobrotið er úr longri samrøðu, sum journalistarnir hjá Frihedsbrevet, Barbara Holm og Jan Lamhauge, hava við Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum. Hvønn dag hesa vikuna, senda tey longri samrøður við forfólkini, har hesi fáa stillaðar hvassar spurningar um tað tey lova. Tað krevur hald at hoyra longri samrøðurnar.

Hoyr alla samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder