Innanlands

Valfundur: Sálarsjúka er ikki eitt val - politikkur er

Politiskur fundur verður í Fountainhúsinum seinnapartin mánadagin

Fountainhúsið

Fountainhúsið

2026-03-20 19:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við løgtingsvalið bjóða Fountainhúsið og Sinnisbati til politiskt orðaskifti um psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman. Fundurin verður Fountainhúsinum í V.U. Hammerheimbsgøtu 3 í Havn mánadagin klokkan 15.

Evni, sum verða umrødd eru m.a fyribyrging, psykiatriætlan, rúmligi arbeiðsmarknaðurin, skúlatilboð, bústaðarmøguleikar og eftirløn til fyritíðarpensjónistar. Umboð frá øllum politisku flokkunum luttaka, og tey verða spurd um hvussu tey ætla at raðfesta økið í komandi løgtingsskeiði.

Fountainhúsið fyllir 12 ár 1. apríl, og nú tað stundar til val, er upplagt høvi at seta politisku flokkunum stevnu um átøk, sum eru neyðug at gera, fyri at fólk við sálarligum avbjóðingum eisini føla seg væl í okkara samfelag, siga fyrireikararnir av fundinum.

Húsið er opið frá klokkan 14 til 17. Pallborðfundurin byrjar klokkan 15.

Fountainhúsið bjóðar føðingardagslagkøku, kaffi og te.

Páskasøla: Tað verður eisini møguligt at keypa páskaprýði, sum limir í Fountainhúsinum hava gjørt.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder