Innanlands

Video: Formaðurin í Javnaðarflokkinum gevur kommununum freist

Koma ikki samanleggingar áðrenn valið í 2032, skulu vit inn í málið, staðfestir Aksel V. Johannesen. - Hetta var nýskipanin, sum nógv tey flest ynskja sambært kanningini hjá nýskipanarnevndini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-20 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Av teimum sum svaraðu, tá Nýskipanarnevndin vildi hava uppskot um nýskipanir, vóru nógv, nógv tey flestu sum ynsktu sær færri kommunur.

Hetta segði Aksel V. Johannesen í Stjórnini - Politikkur á Skák í dag.

Formaðurin er framvegis løgmaður, og í fjør settu hann og ein samd politisk skipan eina nýskipanarnevnd á stovn.

Hvussu hon fer at síggja út - eftir øllum at døma uttan Ben Arabo - og hvat nevndin fer at koma við seinni í ár er óvist. Men Aksel V. Johannesen er greiður: Talið av kommunum skal lækkast.

Spurdur av Stjórnini um, tað skal vera við lóg ella ikki, segði Javnaðarformaðurin soleiðis:

- Eg haldi sum útgangspunkt ikki, at man skal tvinga nakran. Tað er keðiligt. Men um so er, at tað ikki koma samanleggingar áðrenn kommunuvalið í 2032 - so má okkurt henda.

Harvið ikki til næsta kommunuval, í 2028, men tað um seks og eitt hálvt ár. Tað er tankin hjá Javnaðarflokkinum: - Noyðast at hava størri eindi

Í løtuni eru 29 kommunur í Føroyum. Tey flestu eru samd um, at hetta er ov nógv. Kommunusamanlegging - møguliga við lóg - hevur verið eitt evni í valstríðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder